
Dania O. Tausen (FO)
Singer-songwriting, ambient folk


28. aug. 2025, 20.00
Blómuhúsið, Toftavegur 10, Toftir
100 DKK (við dyrnar)
__________________
Dania O. Tausen
Dania O. Tausen, sang, kassagittar
Ragnar Finsson, sang, elgittar
__________________
Dania O. Tausen er ung fjøllistakvinna á føroyska tónleika- og yrkjarapallinum uppvaksin á Toftum. Ein sangarinna, sangskrivari og yrkjari sum úttrykkir seg á egnan hátt við føroyska málinum. Sum barn og tannáringur framførdi hon mest í brøðrasamkomuni, men Í 2018 gjørdi hon um seg á heiðurskonsertini fyri Ellu Fitzgerald, og byrjaði at útgeva egnan tónleik stutt eftir, tá hon flutti til Havnar at lesa ritlist. Hon framførir í dag javnan við soloprojektinum Dania O. Tausen, jazztrioini SWAY og hiphopbólkinum Aggrasoppar.
Til dagliga arbeiðir Dania hjá plátufelagnum Tutl og er fyriskipari av yrkingaupplestrum í Sirkus. Dania bleiv serliga umrødd í Føroyum, tá ið yrkingasavnið Skál og dokumentarurin um yrkingasavnið komu út. Savnið og filmurin vóru kontroversiell tí Dania vísti á, hvussu tað er at vaksa upp innan samkomu á bygd og hvussu tað er at vera ungur og ivandi. Í tónleikinum, sum Dania síðani hevur útgivið, "gonguteigatúnatos" (2021) og "ja, nei – og restin av vikuni" (2023), hevur hon fokus á menniskjanum – ofta føroyinginum – og nógvum av okkara simplu, men eisini meira kompleksu kenslum. Hon dugir at síggja tað stuttliga í tí dagliga og orða tey dagligu viðurskiftini soleiðis, at tú sært annarleiðis uppá tey aftaná.