
EagleCentric (FO)
Elektroniskt


14. aug. 2025, 21.00
Blábar, Niels Finsens gøta 23, Tórshavn
100 (við dyrnar) ______________ EagleCentric Arnold Ludvig (elektronikkur) ______________ EagleCentric nærkast heildar útgávuni av "Pushing Envelopes", sum kemur út sum LP í 2025.
“Sandonian Comfort” var fyrsta staklagið sum kom út 26. apríl og fekk A-rotatión á Skylab Radio í Bretlandi.
“Apple A Day” kom út 31. mai, “Whatcha Gonna Do About It”, eitt orkuríkt Dancetronica lag, kom út 28. juni, og “Beautiful Clock,” kom út 26. juli.
Øll stakløgini vóru væl móttiknir.
Sum tónasmiður, framleiðari og tónleikari ger Arnold alt sjálvur. Umframt at taka upp, ljóðblanda og mastera, filmaði og klipti hann eisini øll fýra videoløgini av sínum stakløgum. EagleCentric er solo verkætlanin hjá Arnold Ludvig við elektroniskum tónleiki.
Hann framførir fyrst og fremst við at brúka Ableton Live við ymiskum MIDI-stýrarum og samplingum av røddum til at framleiða elektroniskt manipulerað ljóðlandsløg, floytan, bass, guitarspæli og øðrum. Sjangran er ein paletta av Electronica, Jazztronica, Dubstep, Ambient, Dancetronica og eksperimenterandi.