top of page

Ester Skála (FO)

Pop

Ester Skála (FO)
Ester Skála (FO)

24. jul. 2025, 21.00

Blábar, Niels Finsens gøta 23, Tórshavn

100 DKK (við dyrnar)




____________

Ester Skála:

Ester Skála: Ester Skála (sang)

Ásla Astrid Olsen (kór)

Vinjar Egilsnes (tangentar)

Noe Chapparro (bass)

Harald Fonnsdal Johannesen (trummur)

____________


Ester Skála á Summartónar


Í summar verður Ester Skála við bólki at hoyra á Summartónum. Hennara tónleikastílur er pop-kendur, men hellir eisini ímóti elektroniskum og hyper-pop tónleiki. Sangteksturin er einkultur og poetiskur, og snýr seg oftani um kenslur og lívsins viðurskifti, ið verða lýst í einum dreymakendum dæmi.


Ester dámar væl litin ljósareytt, og bjóðar sínum lurtarum við inn í hennara egnu “PinkPop” tónleikaverð. 

Í ár skal Ester m.a. eisini framføra á G! og á summarfestivalinum; So tað er at fylgja við í summar.

Annars hevur hon og hennara dugnaligu, trúføstu tónleikarar framført ymstastaðni í Føroym, til fleiri ymisk høvir.


Støkkið inn á gólvið á Summartónum: tað verður Gott!


Vit gleða okkum at siggja teg!

Share

bottom of page