
















Villu Veski (EE) og Kristian Blak (FO)
Folk


Tíð og stað
03. aug. 2026, 20:00
Listasavnið á Sandi, 11 Áarbøur, Sandur 210, Føroyar
Um tiltakið
ÓKEYPIS
Villu Veski (saksofon), Kristian Blak (klaver)
Samstarvið hjá Villu Veski við Kristian Blak byrjar seinast í nítiárunum. Hann er eisini limur í arktiska bólkinum Yggdrasil, sum føroyska tónaskaldið Kristian Blak hevur stovnað.
Villu hevur spælt regluliga í Føroyum síðani nítiárini. Hann framførir á fleiri Yggdrasil plátum og hevur luttikið á nógvum konsertferðum í USA, Evropa, Norðurlondum og Sibiria.
Kristian Blak er føroyskur tónasmiður, og fjølbroytta tónleikaliga bakgrundin hjá Kristiani sæst aftur í tí breiða úrvalinum av tónleiki, hann skrivar, sum sameinir etniskan tónleik við nýggjar kompositiónshættir.
Kristian hevur yrkt soloinstrumentalverk, kamartónleik, jazzsvitur og kórverk umframt symfoniskan tónleik. Hann hevur gjørt nógvar upptøkur sum tónleikari og hevur eisini ferðast víða um knøttin við egnum jazz- og fólkatónleikabólkum.

