top of page

AMEMA kvartettin (FO)

Classical church concert

AMEMA kvartettin (FO)
AMEMA kvartettin (FO)

Tíð og stað

01. aug. 2026, 16:00

Gøtu kirkja, 7 Gøtuvegur, Gøtugjógv 511, Føroyar

Um tiltakið

ÓKEYPIS


AMEMA kvartettin

Marta Torkilsdóttir (floyta), Elsa Maria Dam Kongslíð (floyta), Andrea Heindriksdóttir (floyta), Anna Klett (klarinett)


Andrea Heindriksdóttir og Anna Klett byrjaðu báðar at spæla tónleik á ungum árum í Tórshavn, har grundarlagið fyri bæði vinalagi og yrkisleiðina varð lagt. Síðani eru tær vorðnar ein grundarsteinur innan klassiska føroyska tónleikalívið.


Eftir loknan lesna á Kongeliga Danska Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn fóru tær hvør til sítt - Anna til víðari lesna uttanlanda og síðan til starv í millum annað Athelas Sinfonietta og Figura ensemble, og Andrea til áhaldandi og ótroyttiligt arbeiði á Tórshavnar Musikkskúla.


Tær spæla báðar í  kamartónleikabólkinum Aldubáran, har tær eru fastir limir, og hava umframt tað spælt við Føroya Symfoniorkestur síðani allarfyrstu konsertina í 1983.


Andrea og Anna fáa fylgið av fyrrverandi næmingum hjá Andreu, Elsu Mariu Dam Kongslíð og Martu Torkilsdóttir, ið báðar lósu víðari á Musikhögskolan i Malmö og nú fylgja í fótafetunum hjá Andreu sum floytulærarar.

Deil tiltakið

bottom of page