top of page

Ester Skála (FO)

Pop

Ester Skála (FO)
Ester Skála (FO)

Tíð og stað

16. jun. 2026, 20:00

Reinsaríið, Tórshavn 100, Føroyar

Um tiltakið

100 DKK

torsgota.fo

Ester Skála

Ester Skála (sang), Harald Fonsdal Johannesen (trummur), Vinjar Egilsnes Petersen (tangentar), Emma Súsanna Thomasdóttir á Kjalnesi (dansari), Olivia Mørkøre (dansari)


Songkvinnan Ester Skála hevur sungið alt tað, hon minnist. Hon skrivaði sítt fyrsta lag sum 12 ára gomul og hevur skrivað egin løg síðani tá.

Lagskrivingin hevur altíð átt eitt serligt pláss í hennara hjarta, og eisini hevur tað verið ein lekidómur fyri hana, bæði í góðum og ringum tíðum.


Hennara tónleikastílur er pop-kendur, og hellir eisini ímóti elektroniskum og hyper-pop tónleiki. Sangteksturin er einkultur og poetiskur, og snýr seg oftani um kenslur og lívsins viðurskifti, ið verða lýst í einum dreymakendum dæmi. 


Ester dámar væl litin ljósareytt, og bjóðar sínum lurtarum við inn í hennara egnu “PinkPop” tónleikaverð. 


Í 2021 útgav Ester sítt fyrsta staklag UNICORN. Lagið vann Áhoyraravirðislønina í FMA (Faroese music awards).

Árið eftir útgav hon sítt næsta staklag SPOTLIGHT. Hetta lagið varð eisini nominerað til FMA árið eftir.

í 2025 gav hon sína fyrstu heildarplátu út, ið innihelt allan “Pink-pop” pakkan.


Seinastu tvey árini hevur Ester verið nógv umbiðin at spæla á fleiri stórum tiltøkum og festivalum uttanlands eins væl og her heima.


Ester Skála á sosialum miðlum:

Facebook Instagram



Deil tiltakið

bottom of page