
















Fólkatónleikastevnan: Hans Andrias (FO) og fleiri
Folk - Fólkatónleikastevnan


Tíð og stað
01. mai 2026, 17:00
Fugloyar Kirkja - Kirkja 766, Fugloy
Um tiltakið
ÓKEYPIS
Hans Andrias
Hans Andrias Jacobsen (sang, munnharpa, gittar)
Tey, sum hava upplivað live framførslur hjá Hans Andriasi, vita, at hann er serstakliga evnaríkur. Hann spælir væl og hevur eina sera góða og sterka rødd, sum røkkur langt út um tónleikapallin.
Tá hann vann tónleikakappingina Sement í 2025, vóru dómararnir ovurfegnir og søgdu soleiðis: “Hann hevur altjóða stig og kann spæla allastaðni í heiminum. Bar seg ógvuliga væl á pallinum og hevur eina fantastiska rødd”.
Hans Andrias er klárur við nýggjum sangum. Tónleikurin er spennandi, myrkur og kensluborin. Løgini eru væl skrivað, innilig og eitt
framúrskarandi bland av fólkatónleiki og amerikana rokki. Løgini leiða tankarnar til sterkar kenslur og myrkar søgur.

