top of page

Fólkatónleikastevnan: Kári Sverrisson (FO) & Gruppo del Maggio (IT)

Fólka sangur, tónleikur og dansur

Fólkatónleikastevnan: Kári Sverrisson (FO) & Gruppo del Maggio (IT)
Fólkatónleikastevnan: Kári Sverrisson (FO) & Gruppo del Maggio (IT)

Tíð og stað

07. jun. 2026, 17:00

Eiriksgarður, Bygdarhúsið í Dali - Dalur, Sandoy

Um tiltakið

100 DKK

Eiriksgarður, Bygdarhúsið í Dali

facebook.com/Eiriksgardur


Kári Sverrisson (FO) & Gruppo del Maggio delle Ragazze di Riolunato (IT)

“Maggio delle Raggaze”, úr lítlu kommununi Riolunato í Italia, er ein gomul siðvenja, ið heiðrar, at tann góða árstíðin er komin aftur. Hetta verður hátíðarhildið tvær ferðir um árið. Fyrru ferð er náttina millum 30. apríl og 1. mai, og seinnu ferð er annan sunnudag í mai.


Siðvenjan verður borðin frá einum ættarliði til tað næsta, og verður framførd av “maggiolanti” (ungum sangarum, tónleikarum og dansarum). Undir fyrra hátíðarhaldinum ganga “maggiolanti” runt í bygdini og syngja sangir, sum snúgva seg um at ynskja gleði til onnur. Undir seinna hátíðarhaldinum geva fólkini í bygdini “maggiolanti” mat og drekka, sum verður notið millum sangirnar og dansirnar.


Á Instagram


Saman við teimum hetta kvøldið framførir Kári Sverrisson við sangi og gittara.

Deil tiltakið

bottom of page