top of page

Fólkatónleikastevnan: Trio Ciocaia (IT) & Alterne (DK/EE/BE)

Folk

Fólkatónleikastevnan: Trio Ciocaia (IT) & Alterne (DK/EE/BE)
Fólkatónleikastevnan: Trio Ciocaia (IT) & Alterne (DK/EE/BE)

Tíð og stað

19. jul. 2026, 15:00

The Nordic House, 14 Norðari Ringvegur, Tórshavn 100, Føroyar

Um tiltakið

150 DKK

nlh.fo


Sunnudag 19. juli kl 15 er tiltak í Norðurlandahúsinum, sum er partur av Fólkatónleikastevnuni. Her framføra bólkarnir Trio Ciocaia (IT) og Alterne (DK/EE/BE).




Trio Ciocaia (IT)

Marco Mainini (sang, emilia piva, fife), Ferdinando Gatti (emilia piva, gittar, sang), Fabio Bonvicini (tveyradar, emilia piva, sang)


Ciocaia varð uppkallaður eftir “skotunum”, ið fingrar hansara gjørdu við ljóðførinum, og var ein av teimum seinastu stóru emiliansku piva-spælarunum í Parma Apennine fjøllunum í Italia.


Trio Ciocaia hevur tikið sær hetta navnið fyri at heiðra gomlu bóndasiðvenjuna og brúkar emiliansku piva'ina, sum hoyrir til stóru sekkjapípu familjuna, at endurskapa sambandið við hesa serstøku tónleikaligu mentanina.


Tónleikaúrvalið samantvinnar sangir og dansir úr fólkamentanini við brot úr klassiskum tónleiki úr 600 talinum – einari tíð, tá tað sigst, at sannur tónleikaarvur og -mentan varð styrkt.


Facebook




Alterne (DK/EE/BE)

Ida Marie Jessen (sang), Oscar Beerten (violin, hardangerfele), Maimu Jõgeda (harmonika)


Við nútímans sangskriving strikar dreyma folk trioin Alterne markið millum popp, folk og ambient. Bólkurin er danska sangarindan Ida Marie Jessen, belgiski violinisturin Oscar Beerten og estiski harmonikuleikarin Maimu Jõgeda. Saman skapa tey eina hugtakandi og dreymakenda ljóðmynd.


Alterne hevur framført á festivalum sum FolkBaltica (DK), Lõikuspidu (EST), Boglárt (HU), Bijloke (BE) og Merode (BE), og hevur hugtikið áhoyrarar um alt Evropa.


Fyrsta plátan hjá teimum kom út í 2024 á GO’ Danish Folk Music og hevur fingið góða altjóða móttøku. Eric Van Domburg Scipio frá Heavenmagazine.nl hevur m.a skrivað: “Sangur og rødd hjá Jessen eru í heimsklassa, ikki minst saman við vøkru útsetingunum hjá tríbólkinum. 2024 kann ikki koma við nógvum fólkatónleiki afturat, ið er vakrari enn hetta.”


Heimasíða

Instagram


Deil tiltakið

bottom of page