top of page

fómó (FO)

Polyphonic songwriters

fómó (FO)
fómó (FO)

Tíð og stað

11. jul. 2026, 16:30

Garðurin á Stórheygum, Svínoy, Um Eiði, 765, Føroyar

Um tiltakið

ÓKEYPIS


fómó

Dania O. Tausen (sang, gittar, bass synth), Marianna W. Nagata (sang, gittar, synth, trummumaskina), Katrina Olsen (sang, saksofon, klarinett, synth), Guðrið Hansdóttir (sang, gittar, floytu)


fómó er eitt superblomstur, ið varð sáað á kvinnudegnum 2025 og nú veksur undir svørðinum á vælumrødda tiltakinum, Femininomen.


Á hesi serstøku konsertini, kanst tú uppliva nýggj og óútgivin løg hjá Guðrið, Daniu, Marionnu og Katrinu. Við inniligum tekstum styðja tær seg upp at hvørjari aðrari við serstøkum røddum og flætta seg saman í tøttum fleirræddaðum kórsangi.


Eftir kvinnudagin fingu tær hugskotið at seta seg saman við hvør sínum gittara og gera útsetingar til nýggj, óútgivin løg.


Ver vælkomin á eina heita og fjálga konsert við nøkrum av okkara sterkastu føroysku kvinnuligu tónleikarum.


Ein konsert tú ikki vilt missa. Ella vilt tú kanska hava fómó?


Youtube: Nú eru vit tvey fólk - Dania O. Tausen & fómó

Youtube: Tá vit vóru ung - Dania O. Tausen & fómó (óútgivið)

Deil tiltakið

bottom of page