
















Hvørjum angar rúmdin av? (FO)
Classical contemporary


Tíð og stað
10. aug. 2026, 20:30
Aulan í Finsen - Tróndargøta, Tórshavn 100, Streymoy
Um tiltakið
100 DKK (inkl. konsert kl 19 við Carion Wind Quintet)
Hvørjum angar rúmdin av?
Hanne Marit Mordal Iversen (sopran), Kári Jacobsen (klaver), Damien Heemskerk (klaver)
ÚTGÁVUKONSERT
Útgávan 'Hvørjum angar rúmdin av?' varð givin út á Tutl 13. mai í ár. Talan er um nýklassiskan tónleik fyri klaver og sopran, sum tónaskaldið Kári Jacobsen hevur skrivað, og tað er Kári sjálvur og virðislønta føroysk-norska sopranin Hanne Marit Mordal Iversen, sum fara at framføra á konsertini.
Tónleikastílurin flytir seg frá tí siðbundna til tað meiri eksperimenterandi, nútímans og óbundna sniðið og úttrykkið. Tekstirnir eftir Urd Johannesen fara í ymsar ættir; frá introvertum og ítøkiligum tankum um at missa ein av sínum kæru, til meira abstraktar hugaroyndir, ið føra okkum út í óendaligu rúmdina.
Við sær á ferðini til Føroyar hevur Hanne Marit klaverleikaran Damien Heemskerk, og tey fara eisini at framføra '3 songar til dikt av Åse Marie Nesse' eftir norska tónaskaldið Ragnar Söderlind og 'Trois poemes de Mallarmé' eftir franska Maurice Ravel.
Eisini verður okkurt at hoyra úr fyrru útgávuni hjá Kára Jacobsen og Urd Johannesen, 'Rangvørg' sum kom út í 2023.
Konsertin varir ein tíma.

