top of page
!
Widget Didn’t Load
Check your internet and refresh this page.
If that doesn’t work, contact us.

Kammerkoret Dorimus (DK)

Choir

Kammerkoret Dorimus (DK)
Kammerkoret Dorimus (DK)

Tíð og stað

15. mai 2026, 19:30

Gøtu Kirkja, Gøtugjógv

Um tiltakið

ÓKEYPIS

Kammerkoret Dorimus Doris Kjærgaard (leiðsla)


https://www.dorimus.dk/ Kammerkoret Dorimus hevur síðani 1993 staðið fyri væl fyrireikaðum konsertum við nærveru og stórum musikaliteti. Teir royndu sangararnir geva 6–8 konsertir um árið, serliga í Norðurjútlandi, har kórið hevur heimstað í Aalborg.


Kammerkoret Dorimus hevur samstarvað við Aalborg Symfoniorkester um framførslur av størri verkum. Repertoirið hjá kórinum fevnir víða innan klassiska kórtónleikin – bæði eldri tónleik, romantiskan tónleik og nýggjari verk. Á okkara konsertum dámar okkum at blanda klassisk verk við kendar árstíðarsangir og sálmar.


Kórið hevur fleiri ferðir frumframført tónleik, sum er skrivaður serliga til Kammerkoret Dorimus – m.a. Kjerlighedens Gjerninger við tekstum eftir Søren Kierkegaard og tónleiki eftir Jakob Lorentzen, og Tre Davidssalmer for blandet kor og harpe eftir Christian Præstholm.


Dirigentur øll árini hevur verið Doris Kjærgaard, sum er organistur og kórleiðari í Jetsmark kirkju. Eftir at hava fingið kandidatprógv frá tónleikakonsarvatoriinum hevur Doris Kjærgaard víðariútbúgvið seg í direktion hjá m.a. Morten Schuldt Jensen í Freiburg, Tone Bianca Dahl í Oslo, og í sangi hjá Annette Bo Nielsen í Nørre Sundby.

Deil tiltakið

bottom of page