
















Kammerkoret Dorimus (DK)
Choir


Tíð og stað
16. mai 2026, 16:00
Rituvíkar kirkja, Varðagøta 18, Rituvík
Um tiltakið
ÓKEYPIS
Kammerkoret Dorimus
Doris Kjærgaard (leiðsla)
Kammerkoret Dorimus hevur síðani 1993 staðið fyri væl fyrireikaðum konsertum við nærveru og stórum musikaliteti. Teir royndu sangararnir geva 6–8 konsertir um árið, serliga í Norðurjútlandi, har kórið hevur heimstað í Aalborg.
Kammerkoret Dorimus hevur samstarvað við Aalborg Symfoniorkester um framførslur av størri verkum. Repertoirið hjá kórinum fevnir víða innan klassiska kórtónleikin – bæði eldri tónleik, romantiskan tónleik og nýggjari verk. Á okkara konsertum dámar okkum at blanda klassisk verk við kendar árstíðarsangir og sálmar.
Kórið hevur fleiri ferðir frumframført tónleik, sum er skrivaður serliga til Kammerkoret Dorimus – m.a. Kjerlighedens Gjerninger við tekstum eftir Søren Kierkegaard og tónleiki eftir Jakob Lorentzen, og Tre Davidssalmer for blandet kor og harpe eftir Christian Præstholm.
Dirigentur øll árini hevur verið Doris Kjærgaard, sum er organistur og kórleiðari í Jetsmark kirkju. Eftir at hava fingið kandidatprógv frá tónleikakonsarvatoriinum hevur Doris Kjærgaard víðariútbúgvið seg í direktion hjá m.a. Morten Schuldt Jensen í Freiburg, Tone Bianca Dahl í Oslo, og í sangi hjá Annette Bo Nielsen í Nørre Sundby.

