top of page

Kátir Kallar (FO)

Faroese jazz standards

Kátir Kallar (FO)
Kátir Kallar (FO)

Tíð og stað

27. aug. 2026, 21:00

Blábar, 23 Niels Finsens gøta, Tórshavn 100, Føroyar

Um tiltakið

100 DKK

blabar.fo


Kátir Kallar – Føroyskir Jazz Standards

Magnus Johannessen (klaver), Herluf Lützen (gittar), Arnold Ludvig (bass), Rógvi á Rógvu (trummur)


Kátir Kallar er ein føroyskur jazz bólkur, sum spælir føroyskar jazz standards við stórari spæligleði. Limir bólksins velja ymiskar kendar føroyskar sangir, sum teir arrangera sum jazz standards á ein líknandi hátt, sum altjóða jazz bólkar gera sum siðvenja. Á hendan hátt verða føroyskir áhoyrarar veruliga drignir inn í eina tónleikaferð saman við bólkinum, har teir føla seg heima, og har teir ofta syngja við, hóast bólkurin spælir intrumentalan tónleik.


Tónleikurin er aktuellur fyri eina breiða áhoyrarafjøld, og útlendskir áhoyrarar verða presenteraðir fyri føroyskum tónleiki í einum jazzutum hami.


Debut útgávan “Jazzbók Føroya Fólks”, sum kom út á Tutl Records í 2015, varð tilnevnd eina FMA virðisløn 2016.


Spotify

Deil tiltakið

bottom of page