












Kristian Blak (FO) & Anders Hjuler (DK)
Live painting and folk music


Tíð og stað
25. jul. 2026, 15:00
Ovasavnið - 4 Malarendavegur, Nólsoy 270
Um tiltakið
ÓKEYPIS

Kristian Blak (FO)
Kristian Blak er virkin innan fleiri tónleikasløg og í fleiri tónleikafeløgum. Hann skrivar tónleik til klassiskar tónleikarar og altjóða bólkar, og hann ferðast kring heimin sum tónleikari við sínum egnu jazz-, fólka- og heimstónleikabólkum.
Á hesi konsertini fer Kristian at spæla tónleik úr Ravnating og Heygar og Dreygar afturvið livandi málningalist frá Anders Hjuler.

Anders Hjuler (DK)
Síðani 2004 hevur danski listamaðurin Anders Hjuler luttikið við framførslulist á konsertum og tiltøkum á Summartónum – serliga við málningalist samstundis sum tónleikur verður spælt.
Innspæling hjá Yggdrasil av tónleik til verk eftir Anders Hjuler “Duologues” kom út í 2009. Hetta kvøldið framførir hann livandi málningalist afturvið tónleikinum hjá Kristian Blak.


