top of page

Kvinnukórið Cantabile (FO)

Choir

Kvinnukórið Cantabile (FO)
Kvinnukórið Cantabile (FO)

Tíð og stað

11. jun. 2026, 20:00

Kirkjubømúrurin - Kirkjubøur 175, Streymoy

Um tiltakið

ÓKEYPIS

Við kirkjubømúrin (um ikki viðrar, verður konsertin í Ólavskirkjuni í Kirkjubø


Kvinnukórið Cantabile

Leiðsla: Pauli í Sandagerði


Føroyar eru vælsignaðar við nógvum dugnaligum sangskrivarum, sum seinastu fimti árini hava ríkað og fjøltáttað føroyska sangskattin við eini røð av góðum og vøkrum sangum, sum vit hava lurtað eftir og sungið við til, og sum í dag eru vorðnir partur av okkara felags rødd og samleika. Á Summartóna

konsertini fer Cantabile at blása nýtt lív í nakrar av hesum mongu sangperlunum, og fara vit til hesa konsertina at framføra verk hjá m.a.:

Unn Paturson

Pauli í Sandagerði

Teitur Lassen


Dømi um sangir, ið eisini verða við á konsertini:

Gullspunnin // Eivør Pálsdóttir

Hjartasorg // Byrta


EITT SINDUR UM...

Kvinnukórið Cantabile byrjaði sum ungt gentukór fyrst í 80 ́unum undir leiðslu av Paula í Sandagerði. Tey fyrstu 20 árini var kórið sera virkið og hevur mangar konsertir á baki, bæði her heima og uttanlands.


Kórið hevur eina ríka søgu og ein sterkan samleika. Hóast Pauli í Sandagerði flutti til Vejle í 2000, hevur kórið havt samband við hann og gjørt nakar verkætlanir saman við honum m.a. luttøku á norðurlendskum kórfestivali í Keypmannahavn og konsertferð í Jyllandi.


Í 2014 gav Cantabile fløgu út undir heitinum "Seinnameiri" við høvuðsdenti á kórverk eftir Paula. Í fleiri umførum hevur Cantabile samstarvað við Hanus G. Johansen, og í 2015 kom fløgan "Heitur kossur" við sangum eftir Hanusi og kórútsetingum eftir Paula. Eftirfylgjandi var konsertferð í Reykjavík í 2015.


Pauli í Sandagerði hevur leitt fleiri onnur kór - men Cantabile er kórið, hann altíð vendir aftur til.

Deil tiltakið

bottom of page