
















Livia Nestrovski & Fred Ferreira Duo (BR)
Experimental traditional


Tíð og stað
28. jun. 2026, 16:00
OVASAVNIÐ, 4 Malarendavegur, Nólsoy 270, Føroyar
Um tiltakið
ÓKEYPIS
Livia Nestrovski & Fred Ferreira Duo
Livia Nestrovski (sangur), Fred Ferreira (gittar)
Klassiskt, samtíðarligt og fólksligt: avantgarde duettin úr Brasil er stovnað av Lívia Nestrovski & Fred Ferreira.
Saman skapa tey eina eksperimenterandi og tó eymføra framførslu. Tey veva brasilska sangtraditión inn í eitt litrík samskifti millum virtuosar vokalar og eksperimenterandi el-gittar.
Tey hava arbeitt saman í 15 ár, hava útgivið plátuna DUO (2013) og ferðast í yvir 20 lond á stórar festivalar kring heimin. Tey hava samstarvað við ymisk orkestur, vunnið altjóða virðislønir, komponerað til dans og film - og debutera nú í Føroyum við eini serligari skrá, ið sameinir føroyskar og brasilskar sangir.

