
















Marianna Winter (FO)
LoFi Pop


Tíð og stað
22. mai 2026, 21:00
Listastovan, Gummaldagøta 2, Miðvágur
Um tiltakið
150 DKK
Marianna Winter
Marianna Winter (sang, gittar, synth), Ragnar Finsson (gittar, sang), Hjørtur Pætursson Háberg (trummur, sang), Árni Jóhanneson (bass, sang), Kristian Pauli Ellefsen (synth), Vinjar E. Petersen (synth/keys) Marianna byrjaði sína tónleikaligu ferð tíðliga. Hon er fødd undir heitu kalifornisku sólini og uppvoksin í ótamda vakurleikanum í Føroyum. Hetta legði grundarlag undir einum ljóði eins fjølbroyttum og uppvøkstri hennara, sum streyk yvir vindføstu føroysku landsløgini og kreativa surrið í West Hollywood.
Samanrenningin av beiskari føroyskari panorama og livandi kalifornisku orkuni gjøgnumsúrgar hennara sjangrublandaða tónleik; ein symfoni av alternative-pop, indie rock og soul.
Frá klaverundirvísing og talentkappingum í barndóminum til listarligu ávirkanina frá gubbanum, Alex Van Halen, rennur tónleikur og list í æðrum hennara. Eins og tónlistarligu ávirkanir hava verið stórar í familju hennara, var langomma hennara eisini listarlig og framførdi sum sjónleikarinna, bæði í filmi og á Det Kongelige Teater.
Hon hevur verið aktiv á tónleikapallinum síðani 2016 og hevur útgivið tónleik síðani 2019.
Nýggju stakløgini hjá Marionnu ljóðaðu í 2023 á altjóða spælilistum og útvarpsstøðum. Harafturat hevur hon framført á altjóða bransjufestivalum: The Great Escape (UK), UHØRT (DK) og Iceland Airwaves (IS), umframt G! Festivalin (FO).
Í løtuni ger Marianna Winter seg klára at útgeva debut-heildarútgávu sína, sum hon hevur skrivað og framleitt saman við Ragnari Finsson, afturat teimum mongu tónleikaframførslunum, sum hon hevur á skrá fyri 2026. Tær eru:
14.-16/5: The Great Escape, UK
19/5: Colours Hoxton, UK
22/5: Listastovan, FO (Summartónar)
29/5: Norðurlandahúsið, FO (útgávukonsert)
12/6: Country Festivalurin, FO
18/6: G! Festival, FO

