top of page

Marianna Winther (FO)

LoFi Pop

Marianna Winther (FO)
Marianna Winther (FO)

22. maj 2026, 21.00

Listastovan, Gummaldagøta 2, Miðvágur

150 DKK (við dyrnar)




Marianna Winther

Marianna Winter(sang, gittar, synthesizer), Ragnar Finsson (gittar, sang), Hjørtur Pætursson Háberg (trummur, sang), Árni Jóhanneson (bass, sang), Kristian Pauli Ellefsen (synthesizer)

Marianna Winter er eitt av teimum heilt spennandi nøvnunum í føroyskum tónleiki. Sangarinnan skrivar fangandi poppløg við modernaðari nostalgi, sjálvstilvitaðum humori og sálargranskandi tekstum, sum fanga tíðarandan og umskapa hann til nútímans tónlist. Tað eru sjáldsamir eginleikar, ið tala beinleiðis til ungdómin og óbeinleiðis til tey tilkomnu.

Sjálv hevur hon familjubond bæði eystur og vestur til Japan og California, og tónleikurin er líka altjóðaligur og samansettur sum hennara upphav, sum samspælir meistarliga við nordiska sorgblídni í føroysku fólkasálini.

Hon er júst nú aktuel við nýggju stakløgunum, "Cruising", "People Pleaser" og "Consequences" hvørs tónleikasjónband spruttar við blóð og sjarmu.

Eftir eina framførslu í Onglandi, á altjóða viðurkenda showcase festivalinum, The Great Escape, ger hon seg nú klára til aðrar líknandi framførslur, bæði her í Føroyum og úti í heimi (meira enn tað kann hon ikki kunngera enn).

Hendan lo-fi drotningin, er Z-ættarliðið, hon sparkar reyv, og hon er komin fyri at verða: Marianna Winter.

'Consequences' videolag: https://www.youtube.com/watch?v=2p15DHMsVVs

Share

bottom of page