
















Mentanarkvøld við døgurða, føroyskum dansi og tónleiki
Classical cultural event


Tíð og stað
24. jun. 2026, 18:00 – 20:30
Gjaargardur Guesthouse Gjogv, 20 Dalavegur, Gjógv 476, Føroyar
Um tiltakið
750 DKK / Børn 4-12 ár: 350 DKK (børn 1-3 ár ókeypis)
Mentanarkvøld, ið bjóðar døgurða, føroyskan dans og tónleika innslag.
(Bóking á gjaargardur.fo)
-------------------------------------------------

Monika Stauss Joensen, violin
Andrea Stauss Hofmann, orgul, piano
Monika Stauss Joensen og Andrea Stauss Hofmann eru systrar og upprunaliga úr Sveis.
Monika hevur í nógv ár búð í Føroyum og virkað sum violinlærari í musikkskúlanum, hon spælir í Føroya Symfoniorkestri og er virkin kamartónleikari. Konsertferðir hava leitt Moniku til mong ymisk lond, so sum Italia, Frakland og USA.
Systirin Andrea býr í Sveis, har hon arbeiðir sum urguleikari í ymiskum kirkjum og er virkin kamartónleikari.
Monika og Andrea byrjaðu at spæla uppá violin og klaver sjey og átta ára gamlar. Longu fýra ár seinni bergtóku tær á “Yecklin competition” í kamartónleiki í Zúrich.
Hvørt ár spæla tær á ymiskum støðum í Sveis og hava havt nakrar konsertir í Føroyum.

