




Mentanarkvøld við døgurða, føroyskum dansi og tónleiki
Cultural event


Tíð og stað
22. jul. 2026, 18:00 – 20:30
Gjaargardur Guesthouse - 20 Dalavegur, Gjógv 476, Eysturoy
Um tiltakið
750 DKK / Børn 4-12 ár: 350 DKK (børn 1-3 ár ókeypis)
Mentanarkvøld, ið bjóðar døgurða, føroyskan dans og tónleika innslag við tenorinum Ernst Sondum Dalsgarð og klaverleikaranum Søren Johannsen
(Bóking á gjaargardur.fo)
-------------------------------------------------

Ernst Sondum Dalsgarð (tenor) og Søren Johannsen (klaver)
Ernst Sondum Dalsgarð hevur í mong ár starvast á Kongaliga Teatrinum í Keypmannahavn, har hann hevur havt nógvar stórar solistleiklutir, umframt at hann hevur sungið 1. tenor í operakórinum. Eisini hevur hann havt konsertframførslur í øllum Norðurlondum, umframt í Stórabretlandi, Týsklandi, Grikkalandi, Italia, Sveis, Eysturíki og USA.
Søren Johannsen er viðurkendur organistur og orkesturleiðari. Hann er útbúgvin dirigentur hjá Frans Rasmussen og Michel Tabachnik við prógvi úr dirigentflokkinum á Det Kgl. Danske Musikkonservatorium í 2001. Hann hevur havt dirigentuppgávur í Danmark, Póllandi, Rumenia, Lettlandi, Bulgaria, Italia og Fraklandi. Hann er viðstovnari og fastur leiðari fyri Københavns Festivalorkester.

