
















MonkeyRat ft. Jóhanna Súnadóttir Pedersen, Vár Isaksen, Jóhanna Sámalsdóttir (FO)
Funk rokkur og fusjón


Tíð og stað
11. jun. 2026, 21:00
Blábar - 23 Niels Finsens gøta, Tórshavn 100, Streymoy
Um tiltakið
100 DKK
MonkeyRat ft. Jóhanna Súnadóttir Pedersen, Vár Isaksen, Jóhanna Sámalsdóttir
Anna Iachino (sang/sangskrivari), Arnold Ludvig (bass/tónaskald), Ólavur Gaard (gittar), Rógvi á Rógvu (trummur), Jóhanna Súnadóttir Pedersen (sang), Vár Isaksen (sang), Jóhanna Sámalsdóttir (sang)
Í 2010 sprongdu MonkeyRat seg inn á føroyska og danska tónleikapallin við teirra hitt-debut-fløgu, “Fuck The Jante Law”, og síðani kom teirra 2. fløga, “Sunshine”, sum framførdi beinleiðis í DR1-útvarpinum. Vár Isaksen fer at syngja "Pastel Shades" frá debut-fløguni.
Í 2016 gav MonkeyRat út eina funky EP og staklag við The Hentze Horns, sum framførdu í DK og Grønlandi beinleiðis í KNR TV.
Í 2018 góvu MonkeyRat sítt fyrsta gospel/hip-hop staklag út við Debbie Cameron, Deborah Herbert, Joanitu Zachariassen og ferðaðust kring Føroyar.
Í 2020 góvu tey út tvey stakløg, “Good Morning Reykjavík”, sum Anna hevur samyrkt, har MonkeyRat framførdi í Íslandi og varð spælt í RUV útvarpinum, og síðani kom “U Gotta Love Being U” ft. Alain Apaloo, sum er fyrsti samskrivaði sangurin hjá Onnu við Beinir og Hans Andrias Jacobsen. Jóhanna Sámalsdóttir fer at syngja "U Gotta Love Being U".
Í 2022 tók Anna master prógv í tónleiki á Listaháskóli Íslands og gav út “The Child” ft. Anna Sofía Skoradal og “Isolation”, ið er ein kompositión og yrking eftir Onnu, sum fekk rós frá ummælarum. Jóhanna Súnadóttir Pedersen fer at syngja "The Child".
Í 2024 gav MonkeyRat út 3 stakløg: “Niels Uni Dam,” sum er eitt funky smash-staklag og stuttligt YouTube video, “What A Crazy World”, sum er eitt psykedeliskt rock sound frá 1969, og “Where’s The Peace” ft. Ayi Solomon, ið úttrykkir afrikanskan og vesturlendskan tónleik, sum er skrivaður saman fyri FRIÐI – World møtir Funk og Punk – eitt afrikanskt funky beat fyri hjarta og føtur.

