top of page

New Music Islands (FO edition)

Experimental electronic classical

New Music Islands (FO edition)
New Music Islands (FO edition)

Tíð og stað

17. sep. 2026, 17:00

Stutthol - Malarendavegur 9, Nólsoy

Um tiltakið

100 DKK


New Music Islands (Føroya edition)

Tónleikarar: Andreas Tykjær Restorff (cello og elektronikkur) og Torleik Mortensen (kontrabass og elektronikkur), Lasse T. Jæger (slagverk og elektronikkur)

Tónaskøld: Jesse Austin-Stewart, Ruby Solly, Elliot Vaughan, Ciro Hernández, Lasse T. Jæger, Weston Olencki og hettarher


- Ein konsert, fýra oyggjasamfeløg, endaleysar tulkingar -

New Music Islands snýr seg um at binda tónleikalig sambond tvørtur um landafrøðilig øki, samstundis sum vit halda fast í okkara egna stíli og máta at gera tingini uppá her heima.


Á konsertini verða framførd útvald verk úr Føroyum, Aotearoa Nýsælandi, Kanarisku oyggjunum og Gotlandi. Konsertin varir umleið ein tíma.


Framførandi tónleikarar eru duoin hettarher, mannað av Torleik Mortensen og Andreas Restorff, saman við Lasse T. Jæger frá havnarteknobólkinum Supervisjón. Teir fara at framføra verk eftir Jesse Austin-Stewart, Ruby Solly, Elliot Vaughan, Ciro Hernández, Lasse T. Jæger, Weston Olencki og hettarher.


New Music Islands skráin ferðast millum tey fýra oyggjasamfeløgini til heystar. Á skránni eru fýra útvald verk, og hvørt ensemble fær boð um at gera tónleikin til sín egna, og tað førir til serligar tulkingar. Kompositiónirnar fevna um opinleika við fleksiblari instrumentering við tilætlaðum, breiðum framførsluinstruktiónum.


New Music Islands er eitt altjóða samstarv millum fýra limafeløg í Altjóða Felagnum fyri Samtíðartónleik (ISCM): Føroya-deildin, VICC (ISCM Gotland-deildin), COSIMITE (ISCM-tilknýttur samstarvslimur umboðandi Kanariuoyggjarnar) og CANZ (ISCM Nýsæland-deildin).


Økistónar hava stuðlað hesi konsertini.


hettarher á Instagram

Supervisjón á Instagram


Deil tiltakið

bottom of page