top of page

Plúmm (FO)

Improvisational jazz

Plúmm (FO)
Plúmm (FO)

Tíð og stað

23. jun. 2026, 20:00

Reinsaríið, Tórshavn 100, Føroyar

Um tiltakið

100 DKK

torsgota.fo

Plúmm

Leivur Thomsen (gittar), Magnus Johanessen (klaver), Arnold Ludvig (bass), Rógvi á Rógvu (trummur), James Olsen (slagverk/sang), James Goodwin (slagverk), Johan Hentze (trompet)


Bólkurin Plúmm hevur verið til síðani miðskeiðis í 80’unum. Bólkurin hevur virkað bæði sum sjálvstøðugur bólkur og spælt undir hjá øðrum innan fleiri sjangrur – rock, popp og jazz. Best kent er helst samstarvið við Terja Rasmussen “Terji & Føstufressar”. 


Annars hava limirnir í bólkinum spælt við einum ótali av artistum. Tá ið teir koma saman sum tónleikarar undir egnum fortreytum, er tað undir navninum Plúmm.


Lagt verður upp til eina konsert við kaotiskum blandi av sjangrum við intensum, flúgvandi improvisatiónum. Tónleikararnir hjá Plúmm eru allir sjálvlærdir virtuosar, útbúnir, og virðislønarvinnarar.


Spotify


Deil tiltakið

bottom of page