
















Rudersdal Kammersolister (DK)
Chamber music


Tíð og stað
26. jul. 2026, 16:00
Vestmanna kirkja, 31 Bakkavegur, Vestmanna 350, Føroyar
Um tiltakið
ÓKEYPIS
Rudersdal Kammersolister
Jonas Frølund (klarinet), Christine Pryn (violin), John Ehde (sello), Manuel Esperilla (klaver)
Rudersdal Kammersolister varð stovnað í 2017 og hevur framført á Louisiana Museum of Modern Art, Hindsgavl Festival og Klang Festival, umframt at hava turnerað í USA, Kanada, Týsklandi, Sveis, Póllandi, Russlandi (áðrenn kríggið) og í Norðurlondum.
Ensemblið hevur givið tvær plátur út, ið eru væl róstar av ummælarum. Upptøkan hjá teimum av kamartónleiki eftir Poul Ruders fekk hægstu meting við 5 stjørnum í BBC Music Magazine, meðan nýggjasta útgávan hjá teimum, Love & Loss við tónleiki eftir Elenu Firsovu og Dmitri Smirnov, bleiv Ritstjórans Val í Gramophone.

