
















The Betty Quartet (DK/FO)
Jazz


Tíð og stað
19. jun. 2026, 17:00
Ribarhús, 14 Í Støð, Fuglafjørður 530, Føroyar
Um tiltakið
ÓKEYPIS
The Betty Quartet
Betty Ebenezer Magnussen (saksofon), Rikke Schelde (klaver), Gert Østergaard Pedersen (trummur), Henrik Bjørn Rasmussen (bass)
The Betty Quartet spælir upprunaligan, melodiøsan instrumentaljazz við norðurlendskum tóna.
Tónleikin hevur føroysk/danski sopransaxofonisturin Betty Ebenezer Magnussen komponerað. Betty ger tónleik, sum tú kanst fyrihalda teg til, og sum fellur væl í oyrað. Tónleikurin er sermerktur við sterkum løgum og skiftandi rúttmiskum útláti.
Teir 4 tónleikararnir í The Betty Quartet skapa eitt nærverandi tónleikaligt samspæl, har samspælið millum tað leikandi, lætta og tað poetiska og djúphugsna er snildisliga tilætlað.
Sermerkta ljóðið hjá kvartettini við sopransaxinum hjá Betty Ebenezer Magnussen fremst í ljóðmyndini, er dragandi og einastandandi. Tað hevur eitt grundleggjandi optimistiskt huglag og eitt ljóst tónalag, sjálvt í teimum mest melankolsku løgunum.

