top of page
april 2025
man.
tirs.
ons.
tors.
fre.
lør.
søn.
31
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
12
13
14
15
16
17
18
19
20
21
22
23
24
25
26
27
28
29
30
1
21.00
Bliss Quintet (NO)
+1 more
2
21.00
Ester Skála (FO)
+1 more
3
4
5
6
7
8
21.00
Kraz Parlé (FO)
+1 more
9
10
20.00
Deiggj (FO)
+1 more
11

Vibeke Astner (DK)

Orgul, klassiskt

Vibeke Astner (DK)
Vibeke Astner (DK)

23. aug. 2025, 11.30

Havnar Kirkja, Bryggjubakki, Tórshavn

Ókeypis


_______________ Vibeke Astner - orgul _______________

Vibeke Astner var urguleikari áðrenn beinini náddu pedalunum. Hon var hugtikin av ljóðfarvum og úttrykksmøguleikum í stóra ljóðførinum, og er hetta framvegis drívmegin í hennara tónleikavirksemi. Hon er forvitin um 500 ára klassiskan tónleik, sum verður spældur við ørmum og fótum og gleðist um at miðla tónleikin fyri og við onnur. Tí er Astner ein ógvuliga virkin konsertorganistur bæði sum solistur og sum kamartónleikari um alt Evropa. Astner hevur stóran áhuga fyri kirkjutónleikinum, har tónleikurin lýsir teir stóru tankarnar og kenslurnar í mannalívinum.

Astner er útlærd sum solistorganistur frá Konservatorium van Amsterdam og undirvísir í komandi yrkisorganistum á Kongaliga Jyska Musikkkonservatoriinuum í Aarhus - har hon eisini er organistur á St. Lukasar kirkju. Astner hevur spælt inn 8 ummælaravirðisløntar fløgur, sum ofta verða spældar av P2. Hon er eisini fyrrverandi virðislønarvinnari á Kammertónleikakappingini hjá P2. Ofta boðin sum íblástur á kirkjutónleikafora. Seinast á norðurlendska kirkjutónleikasymposium 2024. Astner er eisini virkin sum tónaskald. Hennara nýggjastu útgávur av orgulkoralum fyri orgul við bert einari manual uttan pedal hava fingið sera góð ummæli.

Share

bottom of page