top of page
april 2025
man.
tirs.
ons.
tors.
fre.
lør.
søn.
31
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
12
13
14
15
16
17
18
19
20
21
22
23
24
25
26
27
28
29
30
1
21.00
Bliss Quintet (NO)
+1 more
2
21.00
Ester Skála (FO)
+1 more
3
4
5
6
7
8
21.00
Kraz Parlé (FO)
+1 more
9
10
20.00
Deiggj (FO)
+1 more
11

Yggdrasil (FO) + Anders Hjuler (DK)

Pop, folk

Yggdrasil (FO) + Anders Hjuler (DK)
Yggdrasil (FO) + Anders Hjuler (DK)

09. aug. 2025, 15.00

Gjónni við Gjógv, Oman á Bakka 7, Gjógv

Ókeypis



_________________

Yggdrasil

Angelika Hansen (violin)

Heðin Ziska Davidsen (gittar)

Kristian Blak (klaver)

Mikael Blak (bass)

Per Ingvaldur Højgaard Petersen (trummur)


https://www.kristianblak.com/yggdrasil

https://www.youtube.com/watch?v=ntg1xQIMWu8

_________________


Yggdrasil er eitt norðurlendskt ensemble, ið hevur heimstað í Føroyum. Hon varð stovnað í 1981 og hevur altíð fevnt um tónleikarar úr øðrum londum. Kristian Blak er klaverleikari, stovnari og høvuðstónaskald í bólkinum. Hann hevur skrivað fleiri stórverk í svituformi til Yggdrasil, flestu av hesum eru útgivin á Tutl Records.

 

Yggdrasil hevur, frá byrjan av, havt eitt serstakt hugtak. Flestu kompositiónir eru gjørdar í samstarvi við aðrar listagreinar ella í summum førum við náttúruna. Tónleikarar, sum hava verið partur av bólkinum, antin á langtíðarstøði ella sum luttakarar í ávísari verkætlan, hava ymiskar tónleikaligar bakgrundir, serliga í jazzi, men eisini í etniskum, fólkatónleiki, rock- og klassiskum tónleiki. Meðan verkini draga hugskot ella tema úr tjóðskaparligum tilfari, so er improvisatión alt frá fríum til klassiskum stíli.

 

Gjøgnum árini hava nógvir tónleikarar og listafólk stuðlað verkætlanum hjá Yggdrasil, sum fevna um myndlist, skaldskap, ballett, opera, konsertir í grottum; og alneyðugt fyri Yggdrasil-hugtakið er, at persónligheitin hjá hvørjum einstøkum limi í bólkinum verður hoyrd ella sædd. Hetta ger ljóðið hjá Yggdrasil sanniliga serstakt.


Anders Hjuler Síðani 2004 hevur listamaðurin Anders Hjuler luttikið á konsertum og tiltøkum á Summartónum – serliga við málningalist samstundis sum tónleikur verður spælt.

Innspæling hjá Yggdrasil av tónleik til verk eftir Anders Hjuler “Duologues” kom út í 2009.




Share

bottom of page