top of page

Aldubáran (FO) - Fylgisveinur

Chamber music

Aldubáran (FO) - Fylgisveinur
Aldubáran (FO) - Fylgisveinur

Tíð og stað

07. jul. 2026, 19:30

Hátún, Tórshavnar Musikkskúli - 84 Landavegur, Tórshavn 100, Streymoy

Um tiltakið

ÓKEYPIS

Hátún, Tórshavnar Musikkskúli


Aldubáran - fylgisveinur

Temaið á konsertini hetta kvøldið er “Satellite” ella “Fylgisveinur” og er samstarv millum Aldubáruna og Violet Composers’ Collective.


Á føroyskum fær navnið Aldubáran okkum at hugsa um havið við orðunum “alda” og “bára”. Men Aldubáran sipar eisini til stjørnuna Aldebaran, hvørs navn er arabiskt og merkir “Fylgisveinur”. Hetta skapar hugasambond við satellittar, bæði natúrligar og menniskjagjørdar, við stjørnur, planetir, mánar, og eisini við lærusveinar.


Við hesum í huga hava limir í Violet Composers’ Collective skrivað seks spildurnýggj verk til Aldubáruna, sum verða frumframførd í Hátúni 7. juli. Hvørt verk viðger temaið “Satellite” uppá sín einstaka máta, við so ymiskum útgangsstøðum, sum einari mynd frá NASA, einari søguligari UFO hending, og Keplers “Harmonices Mundi”.


Violet Composers’ Collective

varð stovnað í New York í august 2024. Tónaskøldini hittust undir masterlesnaðinum á New York University, har tey høvdu høvið at samstarva. Eftir at tey gjørdust liðug við lesnaðin, gjørdu tey av at halda áfram við samstarvinum við at skapa eitt felag har tey kundu stuðla hvørjum øðrum listaliga og skipa fyri samstørvum við tónleikarar og orkestur.


Aldubáran

varð sett á stovn í 1995 av yrkislærdum tónleikarum við tí fyri eyga at framføra kamartónleik og føroyskan partiturtónleik. Bólkurin telur í dag 14 limir. Aldubáran hevur síðan stovnanina umbiðið og framført óteljandi verk eftir føroysk tónaskøld, bæði í Føroyum og uttanlanda - við góðum ummælum.

Deil tiltakið

bottom of page