








































Alvi Joensen (FO)
Samtíðar klassiskt


09. jun. 2026, 20.00
Aulan í Finsen, Sjúrðargøta 8, Tórshavn
100 DKK
Alvi Joensen er ein fjøltáttaður gittarleikari, tónaskald og tónleikari, ið hevur serliga dedikatión til samtíðar tónlist.
Til sína próvtøkukonsert bílegði hann Distant Fires, eina gittarkonsert eftir svenska tónaskaldið Staffan Storm, ið varð frumframførd við Musica Vitae og slagverkleikaranum Johan Bridger.
Debutfløgan hjá Alva Joensen kallast Lost Gems og varð útgivin í 2021. Á útgávuni endurlívgar hann verk, ið sjáldan verða framførd, og sum hava verið í vanda fyri at verða gloymd.
Harafturat hevur Alvi Joensen stovnað og leitt kamarmusikkbólkar, serliga HAV, ið hevur bílagt mong nýggj verk frá norðurlendskum tónaskøldum við evnum um náttúru og umhvørvi.
Á hesi konsertini í Finsen fer Alvi Joensen at frumframføra eina guitarsonatu, ið hann sjálvur hevur skrivað, umframt eitt verk frá 2007 eftir Sunleif Rasmussen og eitt verk frá 2022 eftir Finnur Karlsson (IS).



