
















Fólkatónleikastevnan: Lív & Tróndur · Jógvan · Jógvan Andrias Joensen (FO)
Folk - Fólkatónleikastevnan


Tíð og stað
11. jul. 2026, 20:00
Garðurin á Stórheygum - Um Eiði, 765 Svínoy
Um tiltakið
ÓKEYPIS
Leygardag 11. juli kl 20 er tiltak á Garðinum á Stórheygum, sum er partur av Fólkatónleikastevnuni. Her fara millum annað Lív & Tróndur at framføra.
Lív & Tróndur
Lív Næs (sang), Tróndur Enni (sang, gittar)
Lív og Tróndur - ein føroysk duett, sum hevur sungið saman síðani 2011.
Tónleikurin, tey framføra, er ein samanrenning av fólkatónleiki og popp tónleiki. Tekstirnir koma altíð við eini góðari søguforteljing, meðan røddirnar smelta saman í eina symbiosu. Tónleikurin er bleytur, melankolskur, men hevur eisini ein puls.
Lív og Tróndur hava sítt heilt egna serstaka ljóð, og tá tey framføra, er lætt at ímynda sær Norðuratlants havið, grønar fjallatindar og ein vátan dag í mjørka og regni.
Lív og Tróndur hava spælt nógvar konsertir uttan fyri Føroyar eisini seinastu árini. Tey hava framført saman í Milano, Barselona, Íslandi, Svøríki, Noregi og Danmark. Í løtuni arbeiða tey við nýggjum tónleikatilfari.
Jógvan
Jógvan Joensen (sang, gittara)
- Í mínari tónlist møtast arvur og nýskapan. Eg arbeiði við nýggjum kvæðum, ið eru rótfest í føroyskum siðaarvi, men litað av kirkjutónleiki og norðurlendskum ljóðheimi. Við røddini sum miðdepli leiti eg eftir einum einfaldum, erligum úttrykki, har nærvera og andalig dýpd fáa rúm. Á konsertunum framføri eg eisini nýggj løg, ið venda sær meira móti felagssangi.
Jógvan Andrias Joensen
Jógvan Andrias Joensen (sang, gittar), Edvard Nyholm Debess (bass)
Jógvan Andrias er skald, sangskrivari og fólkasangari úr Klaksvík. Hann gjørdi fyrst vart við seg, tá hann í 1991 kom fram við sanginum “Ljós í myrkri” á fløguni Amnesty Tónar. Fyrsta fløgan hjá honum, "Soleiðis Saman”, varð útgivin í 1999. Síðani hevur hann givið trý stakløg út. “Sólarhvarv” í 2017, “Sóljuprinsessa” í 2021, og triðja staklagið “Egin slóð” frá 2023 er ein roynd at lýsa nærveru sum týdningarmesta lykilin til at styrkja børn og ung at gerast trygg við seg sjálvi á teirra lívsleið.
Jógvan Andrias hevur arbeitt við nógvum dygdargóðum tónleikarum ígjøgnum árini, eisini Tórshavnar Manskóri. Tónleikurin og sangskrivingin hava røtur í siðbundnum føroyskum fólkatónleiki, so sum gomlum føroyskum vísum.
Við sær á konsertini hevur hann Edvard Nyholm Debess á bass.
Hoyr Jógvan Andrias Joensen á Spotify.

