
















Rupert Marshall-Luck & Em Marshall-Luck (UK)
Classical


Tíð og stað
03. aug. 2026, 15:00
The Nordic House, 14 Norðari Ringvegur, Tórshavn 100, Føroyar
Um tiltakið
ÓKEYPIS
Rupert G. Marshall-Luck (violin) og Em Marshall-Luck (upplestur)
Bretski Rupert Marshall-Luck er róstur av áhoyrarum og ummælarum fyri engagement og intelligens í sínum framførslum. Hann kemur fram sum solistur á stórum festivalum og støðum um alt Stóra Bretland - umframt í Fraklandi, Týsklandi, Niðurlondum, Írlandi, Suðurafrika, Svøríki, Sveis og USA.
Hansara soloframførslur verða ofta sendar um allan heimin, og upptøkurnar hjá honum hava fingið gløðandi ummæli frá altjóða tónleikapressuni, eitt nú BBC Music Magazine, Classica, Fanfare, Gramophone, MusicWeb International og The Strad.
Henda skráin er partur av einum samstarvi millum Summartónar og The English Music Festival, har endamálið er at vísa fram livandi og týdningarmiklu tónlistaverkini, sum eru skrivað av føroyskum og bretskum tónaskøldum. Við konsertframførslum og tilhoyrandi kunning skal hetta samstarv eisini læra okkum um tónleikamentanina í londunum hjá hvørjum øðrum.
Tvey verk fyri soloviolin og upplestur eru bíløgd til hetta tiltak.

