top of page
december 2025
man.
tirs.
ons.
tors.
fre.
lør.
søn.
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
12
13
14
15
16
17
18
19
20
21
22
23
24
25
26
27
28
29
30
31
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11

Ester Skála (FO) (útgávukonsert)

Pop

Ester Skála (FO) (útgávukonsert)
Ester Skála (FO) (útgávukonsert)

02. maj 2025, 21.00

OY, 4 Falkavegur, Tórshavn

Ókeypis Køkurin í OY er opin 11.30 - 20.00.

_____________

Ester Skála: Ester Skála (sang) Ásla Astrid Olsen (kór) Vinjar Egilsnes (tangentar) Noe Chapparro (bass) Harald Fonsdal Johannesen (trummur)

____________ EP/LP'in hjá Ester Skála verður nú útgivið!


Gjøgnum árið hevur Ester so við og við útgivið nýggjan tónleik, sum ofta hevur verið spælt í útvarpinum, og á útgávukonsertini í OY verður hennara LP sum eitur UNICORN útgivið við einum brakið!


Tónleikastílurin er pop-kendur, men hellir eisini ímóti elektroniskum og hyper-pop tónleiki. Sangteksturin er einkul og poetiskur, og snýr seg oftani um kenslur og lívsins viðurskifti, ið verða lýst í einum dreymakendum dæmi.

Ester dámar væl litin ljósareytt, og bjóðar sínum lurtarum við inn í hennara egnu “PinkPop” tónleikaverð. Í ár skal Ester m.a. eisini framføra á G! Festivalinum og á Summar Festivalinum, so tað er at fylgja við í summar. Annars hava hon og hennara dugnaligu og trúføstu tónleikarar framført ymstastaðni í Føroym, til fleiri ymisk høvir.

Støkkið inn á gólvið - tað verður gott!

Vit gleða okkum at siggja teg!


Share

bottom of page