
















The Organ Duo (FO/DK) + Awl (FO/SCT)
Experimental


Tíð og stað
14. jul. 2026, 20:00
Hoydalar - Hoyvík 188, Streymoy
Um tiltakið
ÓKEYPIS
The Organ Duo
Christian Rønn (kirkjuorgul/elorgul), Heðin Ziska Davidsen (gittar)
The Organ Duo drona við guitara og orgul (ofta kirkjuorgul). Minimalisma og maximalisma sameinast har tað eins ofta verður granska í teksturum og intrykki og ikki einans við tónum og harmonikki. Samstarvið millum Heðin Ziska Davidsen og Christian Rønn byggir á monumentalt ljóð í stórum rúmi; stórar dronur og yvirnáttúrligir tónar við skýggjum av melodium, sum transcendentalt umfevna áhoyrarin.
Teir báðir hava spælt í Danmark í 2025 á Fanø Free Folk Festival, Spir Festival og Mayhem í Keypmannahavn.
Í 2026 eru framførslur á Copenhagen Jazz Festival og á Summartónum í Føroyum, umframt ein studioinnspæling í Keypmannahavn.
Awl
Andrew Crooks (elektronikkur)
Awl skapar improviseraðar ambientar dronur úr larmi, feedback og langdrignum tónum, og byggir spakulig ljóðlandsløg, sum sveima á markinum millum ruðuleika og hugleiðing.
20 min sett á Soundcloud (við leinkju at taka niður)

