
Hjalti Vang Sámalsson & Dan Eyðun Karbech Saxov (FO)
Classical


03. jul. 2025, 19.30
Áhugafelagið Nólsoyar Páll , Klaksvík
100 DKK (við dyrnar / at the door)
https://www.facebook.com/nolsoyarpall.fo
______________________________________
Hjalti Vang Sámalsson - violin Dan Eyðun Karbech Saxov - gittar ______________________________________ Sum 6-ára gamal byrjaði Hjalti Vang Sámalsson at spæla violin, eftir Suzuki háttinum, hjá pápa sínum, Sámal Petersen, á Tórshavnar Musikkskúla. Frá 2020-2023 gekk Hjalti á musikkskúlamiðnám og fór síðani undir lesnað á tí Kgl. Danska Musikkkonservatoriinum. Hjalti hevur spælt við Føroya Symfoniorkesturi síðani 2017. Í 2015 luttók Hjalti í Jacob Gade Violinkapping, har hann fekk triðju virðisløn. Dan Eyðun Karbech Saxov byrjaði at spæla klassiskan gittara, sum 9 ára gamal hjá Ólavur Jakobsen á Tórshavnar Musikskúla. Frá 2020-2023 gekk hann á musikkskúlamiðnám. Í 2023 bleiv Dan Eyðun nummar trý í kappingini Stella Polaris, og sama árið luttók hann í einari kapping í Spania. Í løtuni lesur Dan Eyðun á tí Kongaliga Danska Musikkkonservatoriinum.Hjalti og Dan Eyðun hava spælt saman síðani teir møttist á Musikkskúlamiðnám í 2020. Teir gleða seg at framføra serføroysku skránna til Summartónar 2025.
🎼
Hjalti Vang Sámalsson started playing the violin at age 6, following the Suzuki method, taught by his father Sámal Petersen at Tórshavnar Musikkskúli. From 2020 to 2023, he completed preparatory studies for advanced music education and is now studying at the Royal Danish Academy of Music. He has played with the Faroese Symphony Orchestra since 2017 and placed third in the 2015 Jacob Gade Violin Competition. Dan Eyðun Karbech Saxov began playing classical guitar at age 9, studying under Ólavur Jakobsen at Tórshavn Music School. From 2020 to 2023, he completed preparatory studies for advanced music education and placed third in the 2023 Stella Polaris competition, also competing in Spain that year. He is currently studying at the Royal Danish Academy of Music. Hjalti and Dan Eyðun have been playing together since they met at music school in 2020 and are excited to perform their Faroese program at Summartónar 2025.
______________________________________
Kaldbak Kirkjan, Krossgøta 2, Kaldbak 180, Føroyar