top of page

Fólkatónleikastevnan: Jógvan · Jógvan Andrias Joensen · og fleiri (FO)

Contemporary Folk - Fólkatónleikastevnan

Fólkatónleikastevnan: Jógvan · Jógvan Andrias Joensen · og fleiri (FO)
Fólkatónleikastevnan: Jógvan · Jógvan Andrias Joensen · og fleiri (FO)

Tíð og stað

01. mai 2026, 20:00

Kalalon - 6 Kalavegur, Kirkja 766, Fugloy

Um tiltakið

ÓKEYPIS


Jógvan

Jógvan Joensen (sang, gittara)


- Í mínari tónlist møtast arvur og nýskapan. Eg arbeiði við nýggjum kvæðum, ið eru rótfest í føroyskum siðaarvi, men litað av kirkjutónleiki og norðurlendskum ljóðheimi. Við røddini sum miðdepli leiti eg eftir einum einfaldum, erligum úttrykki, har nærvera og andalig dýpd fáa rúm. Á konsertunum framføri eg eisini nýggj løg, ið venda sær meira móti felagssangi.


Hoyr útgávuna 'Tøgn', ið Jógvan gav út í 2023, á Spotify.

Jógvan á Facebook og Instagram


Jógvan Andrias Joensen

Jógvan Andrias Joensen (sang, gittar), Edvard Nyholm Debess (bass)


Jógvan Andrias er skald, sangskrivari og fólkasangari úr Klaksvík. Hann gjørdi fyrst vart við seg, tá hann í 1991 kom fram við sanginum “Ljós í myrkri” á fløguni Amnesty Tónar. Fyrsta fløgan hjá honum, "Soleiðis Saman”, varð útgivin í 1999. Síðani hevur hann givið trý stakløg út. “Sólarhvarv” í 2017, “Sóljuprinsessa” í 2021, og triðja staklagið “Egin slóð” frá 2023 er ein roynd at lýsa nærveru sum týdningarmesta lykilin til at styrkja børn og ung at gerast trygg við seg sjálvi á teirra lívsleið.


Jógvan Andrias hevur arbeitt við nógvum dygdargóðum tónleikarum ígjøgnum árini, eisini Tórshavnar Manskóri. Tónleikurin og sangskrivingin hava røtur í siðbundnum føroyskum fólkatónleiki, so sum gomlum føroyskum vísum.


Við sær á konsertini hevur hann Edvard Nyholm Debess á bass.


Hoyr Jógvan Andrias Joensen á Spotify.

Facebook


Deil tiltakið

bottom of page